Sosialir miðlar

 

Start


Prísur: 3.000 kr/mðr + grundgjald á 5.000 kr tann fyrsta mánaðin.

Væl egna til:  Smærri ella nýggjar fyritøkur, ið vilja seta gongd á sínar sosialu miðlar.


Hvat er í pakkanum?

  • Umsiting av tykkara miðlum: Upp til 2 sosialir miðlar (t.d. Instagram og Facebook).
  • Innihaldsframleiðsla: 8 uppsløg um mánaðin (2 uppsløg um vikuna), við myndum, grafikki og teksti.
  • Samskifti: Grundleggjandi samskifti (dáma og svara viðmerkjarum) 3 dagar um vikuna.
  • Mánaðarlig frágreiðing: Einfald frágreiðing við lyklatølum frá seinasta mánað (likes, viðmerkingar, fylgjarar).


Hví velja hendan pakkan?

Hesin pakkin er væl egnaður til fyritøkur, sum eru nýggjar á sosialu miðlunum. Hann tryggjar eina fasta ætlan gjøgnum mánaðin og grundleggjandi samskifti við fylgjarum, so tú kanst byggja tínar sosialu miðlar upp, uttan at brúka ov nógvar pengar.

Vøkstur


Prísur: 5.000 kr/mðr + grundgjald á 5.000 kr tann fyrsta mánaðin.

Væl egna til: Fyritøkur, sum vilja vekja áhuga og økja samskifti.


Hvat er i pakkanum?

  • Umsiting av miðlum: Upp til 3 sosialir miðlar (t.d. Instagram, Facebook og LinkedIn).
  • Innihaldsframleiðsla: 12 uppsløg um mánaðin (3 uppsløg um vikuna), við myndum, grafikki, teksti og 1 Reel (stutt video) um mánaðin.
  • Samskifti: Dagligt samskifti (dáma, svara viðmerkjarum og fylgja við boðum).
  • Strategisk ætlan: Skræddarseymað sosial miðla strategi, tilpassað til málini hjá fyritøkuni.
  • Mánaðarlig frágreiðing: Einfald frágreiðing við lyklatølum frá seinsta mánað (likes, viðmerkingar, fylgjarar).


Hví velja hendan pakkan?

Hesin pakkin er ætlaður til fyritøkur, sum eru klárar at taka sosialu miðlarnar til næsta stig. Við fokus á strategi og samskifti hjálpir hesin pakkin tær at knýta tættari sambond við tykkara fylgjarar og vekja tykkara online tilveru.

Allir prísirnir á hesari síðuni eru uttan MVG

 

 

*
*
*